Projekter Tegnestuen Kontakt

Velkommen til Brim Arkitektar

BRIM Arkitektar sp/f er nýggja navni hjá A3 sp/f.

Núverandi eigararnir keyptu A3 sp/f í 2015 og skifti felagið navn stutt eftir.

Nýggja navnið bleiv alment tikið í nýtslu í samband

við at Brim Arkitektar vunnu 1. Virðisløn í

projektkappingini um nýggja kirkju á Argjum.

Virksemi í A3 sp/f varð lítið árini fyri eigaraskifti,

men síðani eigaraskifti er virksemi økt munandi.

Í dag hava vit tríggjar projekteringssáttmálar,

skúlan á Fløtum –(saman við Zeta og AWA

arkitektum), Skúlan við Streymin og renovering av

Norðskála kirkju. Harafturat eru nakrar smærri

uppgávur.

Brim hava síðani byrjan arbeitt við uppgávum fyri

almennar stovnar, kommunur og privatar

byggiharrar. Arbeiði fevnir um Programmskriving,

skitsering, projektering, eftirlit og byggileiðslu.

Hvat framtíðin hevur at bjóða er ilt at siga. Men vit

vita at projekteringin í samband við skúlan við

Streymin verður liðug um ársskifti, so tá verða

projekteringsresursir leysir til ein møguligan

Langhyl.

Vit eru nærlagdir og leggja nógva orku í at lýsa

projektini í fysiskum modellum. Ein av okkara

reglum er at fysiskt modell skal gerðast av øllum

projektum - óansæð um tey eru stór ella smá.

Stovnararnir av teknistovuni hava hollar royndir

innan arkitektaarbeiði ígjøgnum tey 18-20 árini,

teir hava starvast sum arkitektar bæði í Danmark

og í Føroyum.

Projekter

Tilbage til top

Tegnestuen

Tilbage til top

Kontakt

Brim Arkitektar

Norðskálavegur 50,
FO-460 Norðskáli,
+298 201010,
info@brim.fo

Tilbage til top